Hetta vikuskiftið hevur B3 venjaraskeið verið í Klaksvík.
Petur Simonsen var venjara vegleiðari. Hann segði, at ongantíð áður høvdu so nógvar tilmeldingar verið til eitt B3 venjaraskeið og tá so nógvar vóru frá KÍ, so var upplagt at hava skeiðið í KÍ høllini, har umstøðurnar nú eru góðar til at halda slík skeið. Hann segði, at hetta var fyrstu ferð, at B3 venjaraskeið var í Klaksvík. Um tvær vikur verður seinni partur av B3 venjaraútbúgvingini.
Myndirnar eru tiknar frá venjaraskeiðnum leygardagin.




