Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 bjargaði sær aftur í yvirtíðini

Jákup Ósá

Annan dystin á rað javnaði B36 í yvirtíðini móti einum FM favoritti.

Í 3. umfarinum var B36 aftanfyri 2-1 móti Víkingi fram til 94. minutt, tá tað so eydnaðist at javna til 2-2 við brotssparki. Í kvøld var nærum endurtøka. HB kom á odda við máli frá Christian Mouritsen í fyrra hálvleiki og B36 var aftanfyri fram til seinastu løtuna. Í 90. minutti javnaði Jákup á Borg við góðum skoti.

Við javnleikinum í kvøld komu bæði liðini uppá 8 stig og liggja eitt stig aftanfyri NSÍ á 1. plássinum við einum dysti meir.