Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 dysturin var størsta forðingin

Jákup Ósá

75 prosent møguleiki fyri FM tilVíking. Tað heldur Rúni K. Joensen, viðhaldsmaður hjá Víkingi.

Rúni K. Joensen er ivrigurviðhaldsmaður hjá Víkingi. Hann er eisini fegin um støðuna íEffodeildini, har Víkingur nú liggur til at vinna sítt fyrstameistaraheitið í søgu felagsins. Og Rúni heldur, at Víkingar erusera nær nú, tí B36 dysturin síðsta vikuskiftið helst var størsta forðingin.

– Vit eru øgiliga nær. Eg vil siga,at tað í prosentum kanska er 75 prosent møguleiki fyri, atVíkingur vinnur FM. Men alt kann henda og Víkingur kann kanska fáagummibein eins og KÍ gjørdi á Argjum, men eg trúgvi, at B36dysturin var størsta forðingin móti føroyameistaraheitinum, sigurein bjartskygdur Rúni K. Joensen við Norðlýsið.

Leygardagin er seinasta umfar iEffodeildini á skránni, og har hevur KÍ ein á pappírinumtruplari dyst enn Víkingur. KÍ skal til Fuglafjarðar at møta ÍF,meðan Víkingur møtir AB, ið longu er flutt niður, á Argjum.