Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 er størsta forðingin hjá KÍ

Jákup Ósá

Av teimum fýra dystunum, sum KÍ hevureftir at spæla, so er dysturin sunnudagin í Klaksvík, ápappírinum, nógv tann truplasti.


KÍ-B36

Størsta forðingin hjá KÍ ídystunum, sum eru eftir, er helst hesin dysturin móti meistarunumseinastu tvey árini. B36 liðið plagar at vera sera uppsett tildystirnar í Klaksvík. B36 hevur seinastu tíðina spælt við nærumfullari manning, og úrslitini hava verið góð. B36 hevur fingið13 av seinastu 15 møguligu stigunum. KÍ vísti styrki móti Víkingivið einum sera góðum seinna hálvleiki. Men vit hava sæð eftirsummarsteðgin, at KÍ avrikini kunnu vera óstøðug, tí bæðimóti ÍF og NSÍ vóru avrikini ikki góð. Hetta verður helst einjavnur dystur, sum eisini kann fara báðar vegir, tí tað erudystirnir sum oftast millum hesi bæði liðini. B36 hevur alt ovgott fólk til at skula avskrivast og raka menn sum Lukasz Cieslewiczog Róaldur Jakobsen dagin, so fær KÍ trupulleikar við at fáa øllstigini. Men rakar KÍ ein góðan dag, so eigur liðið at havamøguleika at vinna á heimavølli. Hetta er ein lykladystur hjá KÍ,tí KÍ hevur á pappírinum lættari dystir eftir hendan, meðan B36hevur stig at geva út av í kappingini um seinasta Europa Leagueplássið. Tepur heimasigur, men tað verður ikki óvæntað, um B36 fær eitt ella trý stig. Tipping: 1 (2-1)

Les meir um metingarnar fyri komandi umfar í blaðnum, sum kom í hvørt hús mikudagin.