Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 fer ikki at kæra ”óhappið” við Allan Mørkøre

John William Joensen

Serliga upptøkurnar hjá Sosialinum, sum kunnu síggjast á Portalinum hjá Føroya Tele, vísa at talan var um sera ókontroleraða framferð hjá HB málverjanum, men B36 fer ikki víðari við málinum

Allan Mørkøre misti viti og endaði á skaðastovuni. Síðani er hann lagdur undir skurð, fyri at rætta nøsina aftur. Hetta hendi tá málverjin hjá HB kemur stormandi út ímóti Allan.
Á upptøkunum sæst at Allan stendur stillur og hevur eyðuni á bóltin sum hann er í ferð við at taka niður.
Málverjin hjá HB kemur uttan fyrilit brestandi inni í áleyparan og eingin ivi er um at her átti at verið dømt brotsspark.

B36 ger einki við málið
Baði formaðurin í B36, Sjúrður Norðbú og stjórin í felagnum, Kristjan á Neystarbø, siga at felagið fer ikki víðari við málinum.
– Tað verður jú altíð ein meting um tað var tilætlað ella ikki og tá dómarin einki sær verður tað neyvan lætt at vinna ein klæðu, og tað einasta vit tí fáa burtur úr, er at meira fokus verður á hendingina, og tað er neyvan gagnligt fyri nakran, sigur formaðurin í B36, Sjúrður Norðbú.

– Vit eru als ikki nøgdir við at dómarin einki gjørdi, men vit hava so avgjørt ikki at fara víðari við málinum.
– Ein kann so bara skriva sær aftanfyri oyrað at tað saman hendin í dystinum millum liðini baði fyri einum ári síðan, tá Ingi Højsted stóð fyri skotum og hann er ikki komin fyri seg aftur enn.
– Vit meta tó at felagið neyvan far nakað burtur úr eini klaðu og tí hendir einki meira frá okkarasíðu, sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í B36