Sámal Ímundarsson sigur við Norðlýsið, at felagið arbeiðir ikki fyri at fáa meira styrk í B36 hópin, sum í 2013 verður 40% bíligari enn í 2012.
Sámal Ímundarsson sigur við Norðlýsið, at felagið arbeiðir ikki fyri at fáa meira styrk í B36 hópin, sum í 2013 verður 40% bíligari enn í 2012.
B36 var kanska størsta vónbrotið í Effodeildini í 2012. Fíggjarliga hevði felagið tað eisini tungt og tíðliga í árinum bleiv boðað frá, at leikararnir skuldu 10% niður í løn.
Stór útskifting
Í vetur hevur stór útskifting verið í B36 hópinum. 7 leikarar eru komnir inn, meðan 7-8 leikarar eru farnir úr felagnum. Men hvussu er so støðan nú góðar 4 vikur eru til fyrsta umfar í Effodeildini. Sámal Ímundarsson er formaður í B36.
– Nei hópurin hjá okkum er endaligur. Vit eru ikki úti eftir at fáa fleiri leikarar. Men tá tað er sagt, so vilja vit sjálvandi altíð hyggja eftir, um okkurt spennandi skuldi staðið okkum í boði ella um onkur leikari skuldi ynskt at komið til B36. Men alt bendur á, at hópurin er endaligur, sigur B36 formaðurin.
Málið er Europa luttøka
Tá vit spyrja um dygdina av hópinum og um málsetning, so væntar B36 formaðurin eitt betri kappingarár enn í 2012.
– Vit høvdu eitt framúr ár í 2011, meðan einki riggaði í 2012, tá vit høvdu sama hópin. Nú hava vit so skift nakað út og sjálvur haldi eg, at hópurin sær meira spennandi út á offensiva partinum, so tað kann vera, at áskoðararnir koma at síggja størri undirhald frá B36. Í mun til í fjør, so hava vit beinini meira niðri á jørðini. Málið verður at koma út aftur í Europa, sigur Sámal Ímundarsson. Hann staðfestir aftur, at hópurin hjá B36 í 2013 verður 40% bíligari enn í 2012.
Hesar broytingar eru farnir fram í B36 í vetur:
Inn:
Tórður Thomsen
Hørður Askham
Gilli Sørensen
Adeshina Abayoni Lawal
Høgni Midjord
Niels Joensen
Martin Pedersen
Út:
Atli Danielsen
Jonas Flindt Rasmussen
Meinhardt Joensen
Bárður Olsen
Gunnar Zachariassen
Dánjal Rói Olsen
Símun Hansen
Klæmint Matras




