Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36-KÍ spæla fríggjakvøldið

Jákup Ósá

Landskappingardysturin millum B36 og KÍ er fluttur til komandi fríggjakvøld.

Orsøkin er, at HB og B36 av røttum skuldu spæla á heimavølli komandi sunnudag. Tí spurdi B36 KÍ um at flyta dystin, og hesum játtaði KÍ. Undan kappingini játtaði B36 at flyta Norðoyastevnu dystin til Klaksvíkar, tá liðini annars av røttum áttu at spælt í Havn.

Dysturin fríggjakvøldið í Gundadali byrjar kl. 18.00, og Norðlýsið hevur nógv meir um dystin gjøgnum vikuna.