Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 kunngjørt nýggjan leikara

Jákup Ósá

B36 hevur í dag kunngjørt nýggjan leikara.

B36 hevur í dag kunngjørt nýggjan leikara. Sum væntað er talan um Philip Lund, ið hevur verið í felagnum fyrr. Fyri einari viku síðani visti Norðlýsið at siga um hetta skiftið. 

Les eisini: B36 fær hendan útlendska profilin

B36 skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

Philip Lund er ikki heilt ókendur her hjá okkum. Í 2015 kom hann til B36 í summarsteðginum, og hóast skaðar spiltu ein part av spælinum, so vóru fótbóltsevnini og máltevið somikið eyðsýnd, at hann alt fyri eitt vann sær pláss í hjørtum okkara.

Sum spælari hevur Philip nógvar dygdir. Hann er framúr góður vð bóltinum, og góðu teknisku førleikarnir gera hann til ein týðandi brikk í smáspælinum, sum kann lata annars tættar verjur upp. Máltevið er sera gott, og hóast hann ikki er av størstu monnum, so hevur hann eisini stútað fleiri mál gjøgnum árini.

Í 2016 hevur Philip spælt eitt hálvt ár í Malaysia og eitt hálvt ár í Noreg, men nú verður tað so frá fyrsta bríksli av kappingarárinum, at hann er partur av hópinum her hjá okkum. Og tað gleða báðir partar seg til, skal sigast.