Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 mist báðar miðverjarnar til HB dystin

Jákup Ósá

1.deildar dysturin hjá B36 í dag bleiv dýrur, tí báðir teir føstu miðverjarnir hjá Effodeildarliðinum fingu leikbann til grannauppgerðina móti HB.

Tað verður eitt skert B36 lið – serliga í verjupartinum – sum komandi umfar skal møta HB í grannauppgerð í landskappingini í Effodeildini.

Tað var í 1.deildardystinum í dag millum B36 og KÍ í Gundadali, at fleiri reyð kort komu. Nú liðini høvdu frí vikuskiftið í Effodeildini vóru nógvir av yngru Effo leikarunum við (føddir í 1992 ella seinni hava livið at spæla við báðum). M.a. hevði B36 báðar miðverjarnar á Effoliðinum – Robert Heðin Brockie og Hørður Askham – við til dystin. Og felags fyri báðar var, at teir fingu reytt kort. Robert eftir tvey gul í fyrra hálvleiki og Hørður í 87.minutti fyri – sambært keldum – at hava sparkað eftir einum KÍ leikara, meðan bólturin ikki var í spæli(rætting: Eftir at hava tosað við fleiri er okkurt ið bendur á, at bólturin var í spæli, men langt frá har, ið sparkið fór fram). Tískil kann Hørður síggja fram til leikbann í meira enn ein dyst, tá talan er um spark, meðan bólturin ikki er í spæli. Vanliga gevur slíkt leikbann í tveir ella tríggjar dystir alt eftir, um leikarin er provokeraður áðrenn.

So spyrja fleiri seg kanska, um leikarar kunnu fáa leikbann í Effodeildini, tá teir fingu reytt kort í 1.deild. Í grein 37b í kappingarreglunum stendur soleiðis:

Er talan um leikara, sum er fevndur av § 8 stk. 2 í kappingarreglunum, og sum verður leikbannaður í vaksmannadeild, verður leikarin leikbannaður fyrst komandi dyst/dystir í øllum dystum í vaksmannadeildini, sum hann annars lógliga kundi luttikið í.


Sostatt kann í øllum førum staðfestast, at hvørgan av B36 miðverjunum kann spæla í grannauppgerðini móti HB næsta leygardag. Frammanundan hevur Tórður Thomsen eisini leikbann eftir, at hann fekk sítt 5.gula kort í dystinum móti AB seinast. So í verjupartinum verður talan um eitt skert B36 lið, sum frammanundan eru tunnir á hesum plássum, eftir at Martin Pedersen fór úr felagnum í summar.

Dysturin í 1.deild í dag endaði annars 3-2 til B36.