Sunnudagin fæst at vita, um føroyameistararnir og steypavinnararnir kunnu fara ígjøgnum eitt heilt kappingarár í landskappingini uttan at tapa ein heimadyst.
Bæði B36 og Víkingur hava spælt 13 heimadystir í landskappingini í ár. Felags fyri bæði er, at tey hava ongan heimadyst tapt. Tey hava vunnið 9 dystir og spælt 4 javnar.
At eitt lið ongan heimadyst tapir í landskappingini eitt heilt kappingarár er ikki so vanligt.
Vit skulu aftur til 2011 fyri at finna tað seinasta liðið, ið megnaði hetta. Liðini sum hava klára at ongan heimadyst tapt eru hesi:
2014: Einki lið
2013: Einki lið
2012: Einki lið
2011: EB/Streymur
2010: Einki lið
2009: Einki lið
2008: B36
2007: Einki lið
2006: Einki lið
2005: Einki lið
Sostatt eru tað bara tvey lið, sum síðani kappingin bleiv leikt í 27 umførum, sum ongan heimadyst hava tapt eitt kappingarár. Sunnudagin fáa vit at síggja, um hetta tal fer at økjast til trý ella kanska fýra.
B36 fær sunnudagin vitjan av AB, meðan Víkingur fær vitjan av HB. Felags fyri bæði mótstøðuliðini er, at tey hava nógv at stríðast fyri. AB fyri at varðveita støðuna yvir niðurflytingarstrikuni og HB fyri at varðveita 4. plássið.




