Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 rakk ikki víðari

Jákup Ósá

Hóast stórt trýst seinastu løtuna, so eydnaðist tað ikki B36 at fáa avgerandi málið og koma víðari í Champions League.

Tað byrjaði væl, tá gott B36 álop endaði við, at Høgni Eysturoy spældi innfyri til Hanus Thorleifsson sum skoraði til 1-0. Men Valletta spældi við og skapti javnan góðar støður. Tí var tað ikki so óvæntað, at útiliðið javnaði í 24. minutti við máli frá Federico Falcone. 1-1 var hálvleiksstøðan, har bæði liðini høvdu møguleikar til fleiri mál.

Í seinna hálvleiki hendi ikki nógv fram til B36 kom á odda í 66. minutti. Aftur hesaferð átti Høgni Eysturoy uppleggið og so kundi Hannes Agnarsson skora til 2-1. Eftir hetta legði B36 stórt trýst á og fleiri ferðir var nær við. Valletta hevði eisini sínar stóru møguleikar, men einki mál kom afturat og so vann Valletta seg víðari uppá útivallarmál. Sum heild var talan um ein javnan og undirhaldandi dyst, har B36 kanska hevði bóltin meir, men har bæði liðini høvdu nógvar góðar støður.