Men KÍ vann seinasta dystin.
Í morgin bresta KÍ og B36 saman í Klaksvík í einum dysti, sum hevur stóran týdning fyri oddastríðið í Effodeildini. Tí meðan vinnarin av álvara blandar seg uppí FM stríðið, so verður taparin fyribils úti úr stríðnum um tey fremstu plássini. Hyggja vit eftir hagtølunum, tá hesi bæði møtast í Klaksvík, so liggur tað til ein sigur til B36. Tí av seinastu 8 dystunum, so hevur KÍ bara vunnið ein dyst. Tað sum klaksvíkingar tó kunnu fegnast um er, at KÍ vann, tá liðini møttust seinast.
2011: KÍ-B36 0-2 og KÍ-B36 0-3
2012: KÍ-B36 0-2 og KÍ-B36 3-4
2013: KÍ-B36 1-1 og KÍ-B36 0-2
2014: KÍ-B36 1-3
2015: KÍ-B36 2-1
KÍ vunnið: 1
Javnleikur: 1
B36 vunnið: 6




