Sámal Ímundarsson vil ikki gera viðmerkingar til nøvn, men sigur, at B36 er í samráðingum við venjara. Jógvan Isaksen neyvan til B36, sum heldur ikki hevur ráð til Súna Olsen.
Sámal Ímundarsson vil ikki gera viðmerkingar til nøvn, men sigur, at B36 er í samráðingum við venjara. Jógvan Isaksen neyvan til B36, sum heldur ikki hevur ráð til Súna Olsen.
Mikkjal Thomassen heldur ikki fram í B36. Tað hevur verið greitt leingi, tí hann ikki hevur umstøður til starvið næsta ár. Sámal Ímundarsson er í bólkinum, sum tekur sær av sáttmála viðurskiftum í Effohópinum hjá B36. Hann sigur, at B36 er komið væl ávegis at seta nýggjan venjara.
– Vit vóru í samband við ein venjara, sum vit vildu hava, men tað rakk ikki á mál. Nú eru við í samband við tveir venjarar og eftir vikuskifti vænti eg, at konkretar samráðingar fara í gongd við annan av teimum, sum vit raðfesta hægst. Tí er hugsandi, at vit kunnu gera sáttmála við nýggjan høvuðsvenjara seinast í næstu viku, um alt gongur eftir vild. Vit hyggja eftir einum profili, sum kann byggja víðari á arbeiðið hjá Mikkjali, har vit arbeiða ímóti at okkara hópurin í stóran mun skal innihalda leikarar frá okkum sjálvum í framtíðini. Næsta ár kann tí hugsast, at okkara hópur í størri mun enn nú verður mannaður við uppruna B36 leikarum, sigur Sámal Ímundarsson við Norðlýsið. Tað ljóðar, at AB venjarin Sámal Erik Hentze er í samráðingum við B36, men hetta hevur Sámal Ímundarsson ongar viðmerkingar til.
Spara í hópinum
Hann sigur, at B36 fer at spara í hópinum til næsta ár. Tað ger, at m.a. Súni Olsen neyvan verður í hópinum næsta ár. Eisini KÍ verjuleikarin Jógvan Isaksen er settur í samband við B36.
– Sum tað sær út í løtuni, so hava vit neyvan ráð til at halda uppá Súna Olsen í okkara hópi, hóast vit eru sera væl nøgdir við hann. Viðv. Jógvan Isaksen, so hava vit tosað við hann, men í løtuni er verjuparturin hjá okkum ikki ein raðfesting at styrkja um, tí har halda vit okkum vera væl fyri. Heldur eru t.d. eitt nú vong spælarar, sum vit hyggja eftir. Viðv. Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal, so eru vit væl nøgdir við teir og vóna, at varðveita teir til komandi ár. Alt er spurningur um pengar, men tað er ikki óhugsandi, at teir vera í B36 eisini í 2014. Tí fara vit at skifta ov nógv út við serliga at missa fleiri profilar, so vita vit, at vit gott kunnu flyta niður, sigur Sámal Ímundarsson við Norðlýsið.
Upplýsingarnar um, at B36 vil hava ein venjara, sum í stóran mun kann menna egið tilfar og brúka uppruna B36 leikarar í størri mun samsvarar eisini væl til søgurnar um, at Sámal Erik Hentze er maðurin, sum B36 hevur útpeikað sum B36 høvuðsvenjara í 2014. Tí hann hevur í AB arbeitt eftir áleið sama konseptið seinastu árini.
Mynd: ab.fo




