Serliga Norðlýsið men eisini aðrir miðlar avskrivaðu B36 áðrenn kappingina. Men B36 hevur víst, at tað ikki altíð eru favorittarnir, sum vinna FM.
Serliga Norðlýsið men eisini aðrir miðlar avskrivaðu B36 áðrenn kappingina. Men B36 hevur víst, at tað ikki altíð eru favorittarnir, sum vinna FM. Eitt fantastiskt avrik av B36.
B36 var ikki mett av nógvum at hava stóran møguleika at vinna FM í ár. M.a. hevði Norðlýsið sett B36 á 8. pláss áðrenn kappingarbyrjan. Norðlýsið skrivaði soleiðis áðrenn kappingina:
8. B36
B36 hópurin minnir um tann hjá NSÍ. Dygdin og royndirnar eru ikki býttar yvir nógvar leikarar, so uppgávan hjá venjaranum er stór, um liðið ætlar sær at kappast í ovaru hálvu. B36 kann eins og NSÍ nærum bara gera tað betri enn mett á hesi stigatalvuni. Og m.a. kann styrkur í summar eisini gera stóran mun í slíkum tunnum hópi.
Og um tað sama:
Sum so er tað sama galdandi fyri B36, sum eins og NSÍ hevur størri frágongd enn tilgongd og hevur nýggjan venjara. Hesi bæði liðini fáa á míni stigatalvu fyrimunin av at vera ”undirmett” og kunnu tí skjótt gera ein ”ÍF 2013”, men tó neyvan so langt upp sum nummar 2.
Við hesum gjørdi B36 ikki bara ein ”ÍF 2013”, men enn størri bragd útfrá tí, sum bleiv væntað. Hyggja vit eftir, hvat serfrøðingarnir á FSF heimasíðuni søgdu, so væntaði Leivur Frederiksen frá KVF, at b36 endaði nummar 7, meðan Tróndur Arge frá Miðlahúsinum væntaði eitt 5. pláss til B36. Helst hevur B36 eisini notið gott av, at eingin væntaði nakað av liðnum áðrenn kappingina.
Norðlýsið ynskir B36 hjartaliga til lukku við fult uppiborna FM heitinum í 2014. Vit gera nógv meir burturúr FM heitinum hjá B36 seinni.




