Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 var óvæntað væl fyri í Runavík

Jákup Ósá

Tað endaði við javnleiki í Runavík millum NSÍ og B36.

Fortreytirnar hjá B36 vóru ikki tær bestu undan dystinum. Høgni Eysturoy, Alex Mellemgaard, Fróði Rasmussen, Hannes Agnarsson, Jógvan Skeel Nolsøe, Eli F. Nielsen, Philip Lund og Patrik Johannesen vóru ikki við vegna leikbann ella skaðar. Harafturat hevði B36 spælt ein sera krevjandi dyst við longdari leiktíð og skuldi spæla á einum truplum útivølli. NSÍ var hinvegin fullmannað.

Í fyrra hálvleiki var tað eisini alt sum bendi á, at NSÍ fór at vinna dystin. Heimaliðið hevði meir spæl og fleiri heilt góðar møguleikar. NSÍ kom eisini á odda, tá Bárður J. Hansen skoraði. Í seinna hálvleiki javnaði Erlendur Magnussen stutt eftir hálvleik. Eftir tað var talan um javnan dyst. Kanska kundi ein vænta, at B36 leikararnir fór at merkja hálvfinaluna í beinunum, men tað sást einki til í avrikinum. NSÍ fekk bara ein stóran møguleika í seinna hálvleiki, tá roynd frá Jann Benjaminsen endaði á stongini. Sum heild var talan um ein góðan dyst, har bæði liðini royndu at leypa á. Verjurnar stóðu tó væl ímóti tí, sum kom kanska við undantaki av eini løtu í fyrra hálvleiki, tá NSÍ yvirvágin var stór. B36 hevði truplar umstøður, og tí var tað kanska óvæntað, at liðið skuldi standa seg so væl hendan dystin, tí NSÍ hevði heimavøll og hevur víst ræðandi styrki seinastu tíðina. Liðini fingu eitt stig í part. Tað ger, at bæði liðini dragnaðu í oddastríðnum í mun til KÍ og Víking. Bæði staðfestu, at tey hava nógvar dygdir og skulu als ikki avskrivast enn í toppstríðnum. Men hjá B36 byrjar tað at koma har til, at liðið skjótt skal til at vinna nakrar dystir á rað. Tá liðið fær fleiri mans tøkar, so hevur B36 eisini allar fortreytir til at spæla seg innaftur í oddastríðið.

Harleywoodpaint