Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36arnir eru fínir

Oliver Joensen

Nú royna teir at geva dómaranum skyldina fyri, at tað ikki gongur so væl hjá teimum, hóast teir hava nógvar klaksvíkingar á liðnum

Tað er prís vert, at sjónvarpið hevur eina føroyska ítróttarsending á skránni eina ferð um vikuna. Hóast tað ikki er møguleiki fyri at hava sama kvalitet, sum teir hava í øðrum londum, so skuggar hetta ikki yvir, at føroyingum dáma væl at síggja tað, sum er føroyskt.
Ein og hvør orduligur journalistur hevur ein longsul eftir at vera við til at gera eitt gott og spennandi produkt. Soleiðis er tað helst eisini hjá teimum, sum gera ítrótt í sjónvarpinum. Men mánakvøldið mislukkaðist tað hjá teimum, tá ið teir við myndum skuldu seta fokus á, at avrikið hjá dómaranum var uppaftur verri, enn tað var hjá B36.
Kanska var brotssparkið, sum Lassin dømdi til Skála, eitt sindur ivasamt, men hinar báðar hendingarnar, sum skuldu brúkast fyri at vísa, hvussu vánaligur dómarin var, vóru burturvið. Lassin hevði sama vinkul sum vit, ið hugdu at, tá ið sjónvarpið var púra skrásikkurt í, at maðurin hevði brúkt armin. Tað kundi bara linjudómarin vita, og hann segði einki.
Heilt groteskt var tað, tá ið SvF skuldi vísa okkum, hvussu illa dómarin dugdi at umsita fordeildsregluna. Skálamaðurin gjørdi fríspark, so kom bólturin til John Petersen, sum skoraði. Hann átti at havt latið fordeilin galda, segði sjónvarpsmaðurin, sum harvið vildi siga, at Lassin hevði tikið eitt mál frá B36. Fyri okkum, sum bara sóu hetta hesa einu ferðina er tað heilt ófatuligt, at sjónvarpsmaðurin ikki undir redigeringini, tá ið hann umaftur og umaftur hevði sæð tilburðin, ikki hevði lagt til merkis, at linjuverjin ovast í myndini lyfti flagginum, tí John Petersen var offside. Tá ið maðurin er rangstaddur, ber tað illa ella rættari als ikki til at geva honum fyrimunin av fordeilinum. So einfalt er tað, men tað passaði ikki inn í myndina, sum sjónvarpsmaðurin so ógvuliga fegin vildi geva okkum av vánaliga dómaranum.
Annars er tað allan prís vert, at Lassin, Petur Hans og Jón Kári vikuskifti eftir vikuskifti og ár út og ár inn vilja ferðast landið upp og niður fyri at døma. Teir hava í øll hesi árini gjørt fótbóltinum og Klaksvík eina stóra tænastu.
Tíverri verður arbeiðið hjá dómarum og linjuverjum ikki altíð skattað, sum tað eigur at vera. At hesir kunnu gera mistøk er einki undarligt. Teir eru ikki meiri enn menniskjur, og teir hava ikki møguleika at síggja støðuna umaftur í sjónvarpinum, soleiðis sum vit áskoðarar hava vant okkum við. Áskoðararnir í Klaksvík standa ikki aftastir, tá ið svørtu menninir skulu standa fyri skotum. Tíverri var tað ikki frítt fyri hesum á Toftum sunnudagin. Hesum má ein endi fáast á. 


Oliver

Harleywoodpaint