Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 fekk eisini javnleik móti ÍF

Jákup Ósá

B68 hevur staðið seg væl móti Effoliðunum higartil í venjingardystunum.

B68 skal í ár spæla í 1.deild, men á úrslitunum í venjingardystunum sæst hetta ikki, tí B68 hevur fingið javnleik móti bæði Eb/Streymi og nú ÍF. ÍF og B68 spældu í Fuglafirði í dag. B68 kom á odda við máli frá Otto R. Petersen, men Jóhan Petersen fekk javnað til endaliga úrslitið 1-1.

ÍF byrjaði við hesum liðnum(4-2-3-1): Tóri Traðará – Jákup Andrias Gaardbo, Fritleif í Lambanum, Ndende A. Guéye, Albert Róin Johannesen – Kristoffur Jakobsen, Sámal Joensen – Ari Ó. Ellingsgaard, Niels Pauli Danielsen, Andy Olsen – Margeir Toftegaard. Seinni komu hesir inn: Bergtór T. Thomsen, Hanus Eliasen, Pól Magnus Petersen og Jóhan Petersen.

B68 byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ari Johannesen, Jógvan I. Hansen – Otto R. Petersen, Andrias Edmundsson – Leivur Højgaard, Jóhannus Hansen, Svein Justinussen – Búi í Hjøllum. Seinnu komu hesir inn: Óli H. Olsen, Martin Olsen, Heini Kristiansen, Helgi Johannesen og Jákup R. Højgaard.