Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 satsar lokalt næsta ár

Jákup Ósá

Bæði leiðslan og venjarin sjálvur hava áhuga í at halda fram við samstarvinum næsta ár, har B68 fyrst og fremst fer at royna at fáa lokalan styrk, um Øssur Hansen heldur fram.

Bæði leiðslan og venjarin sjálvur hava áhuga í at halda fram við samstarvinum næsta ár, har B68 fyrst og fremst fer at royna at fáa lokalan styrk, um Øssur Hansen heldur fram.

B68 er flutt upp í Effodeildina og gjørdist steðgurin sostatt so stuttur sum gjørligt niðri í 1.deild. Øssur Hansen hevur fyri fyrstu ferð staðið á odda fyri liðinum og hava úrslitini verið góð.

Endaliga avgjørt um 2-3 vikur

Øssur Hansen sigur, at samband hevur verið millum seg og B68 leiðsluna um framhaldandi samstarv, men at einki verður endaliga avgjørt fyrr enn um 2-3 vikur.

– Vit hava tosað leysliga saman. Leiðslan hevur áhuga at leingja, og eg havi sjálvur stóran áhuga. Men tað eru nøkur viðurskiftið, ið skulu koma uppá pláss, tí at vera venjari í Effodeildini krevur nógv meira. So innan 2-3 vikur vænti eg, at ein avgerð er tikin, sigur Øssur Hansen við Norðlýsið.

Hann sigur, at verandi hópur helst er ov tunnur til Effodeildina, men at B68 ikki fer út at gera sama feil sum áður, um tað stendur upp til hansara.

– Hópurin verður helst ov tunnur, hóast eg hevði væntað, at hetta liðið kundi givið øllum liðunum ein “skarpan gang”. Ungu leikararnir hava tikið seg nógv fram og hava eisini vent einari keðiligari gongd fyrr í ár og reist seg. Men kanska eru fleiri teirra 1-2 ár ov feskir. Tí hevði tað verið gott at fingið 2-3 leikarar inn í hópin, og tá hugsi eg um lokalar leikarar í útlegd ella leikarar, ið hava verið her fyrr og sum kenna umstøðurnar og felagið, sigur Øssur Hansen, sum í ár hevur havt ein lokalan hóp.

Kend nøvn uppá tal

Leysasøgur hava gingið um, at samráðingar millum B68 og Ndende eru byrjaðar og eisini stendur Jóan Símun Edmundsson uttan sáttmála komandi ár. Øssur váttar, at B68 sjálvandi hevur áhuga í slíkum leikarum.

– Alt annað vildi verið løgið enn, at vit vildu hava Jóan Símun aftur. Tað vildi sjálvandi verið ein fantastiskur fongur og kanska kann beiggi hansara á liðinum (Hákun Edmundsson, blaðm.) eisini vera við til at lokka hann hendan vegin, sigur Øssur við einum smíli.

– Ndende er ein, ið hevur verið her og sum vit kenna eins og hann kennir okkum. Hann er ein fantastiskur leikari fyri eitthvørt felag. Og so hava vit leikarar sum Harald Højgaard og Jann Inga Petersen, sum vildu verið sera góðir hjá okkum at fingið, sigur Øssur Hansen.