Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 toppskjúttin farin til NSÍ

Jákup Ósá

Toppskjúttin hjá B68 í ár, Haraldur Højgaard, hevur flutt til grannarnar og arvafíggindarnar.

Seinastu árini hevur tað ikki verið óvanligt, at leikarar skifta millum B68 og NSÍ, ið annars eru grannar og arva fíggindar. Nú boðar NSÍ so frá, at teir hava gjørt tvey og eitt hálvt ára sáttmála við B68 leikaran Harald Højgaard. 18 ára gamli Haraldur er í løtuni toppskjútti hjá B68 í 1.deild við 9 málum og er eisini partur av U19 landsliðinum eins og hann fyrr hevur verið partur av øðrum U-landsliðum.

Hetta er uttan iva ein smeitur hjá B68, ið liggur til uppflyting í løtuni, men sum r í harðari kapping við onnur lið um fremstu plássini. Kravið er at í øllum førum enda í topp 3 fyri at kunna flyta upp. 

Mynd og kelda: www.nsi.fo