Sandoyar Ítróttarfelag, B71 er komið á marknaðin við eini DVD fløgu, ið roynir at lýsa longu/stuttu fótbóltssøgu felagsins í livandi myndum.
Flest øll brotini eru privat-upptøkur, men aðrar eru, ið SVF hevur víst. B71 vil takka øllum teimum, ið hava givið felagnum loyvi at nýta hesar upptøkur, takk fyri!
Fløgan fæst í flest øllum handlum í Sandoynni. Elding í Miðlon í Havn selur eisini fløguna, ið kostar 220 kr. Tað fer eisini at bera til at keypa hana umvegis heimasíðuna hjá B71, www.b71-sandoy.com
Uttan iva er hetta ein jólagáva, ið flest allir Sandoyingar búsitandi á Sandi, men eisini aðrastaðni við kundu hugsa sær at átt. Tær allarfyrstu myndirnar tiknar av einum B71 liði eru á fløguni. Myndir úr Gundadali, tá ið B71 í 1988 á fyrsta sinni vann sær rættin til at leika í 1.deild. Og sjálvsagt nógv góð brot frá gullárinum 1989. Løgmanssigurin í 1993 og Evropa Kup luttøkurnar eru eisini við. Gullárið 2006, ið enn stendur frískt í minninum er eisini við. Stemningurin runt vøllin, og eldhugurin hjá teimum yngru, tá ið tey spæla bólt, hevur eisini fingið innivist á fløguni.
Gerið so væl. Hetta er okkara jólagáva til tykkum!
B71 ynskir øllum eini Gleðilig jól og eitt gott Nýggjár!!




