Í morgin, leygardagin skipar Klaksvíkar Badmintonfelag, saman við Badmintonsamband Føroya fyri FM í einmansleiki í badminton
Uml. 100 spælarar hava melda til, bæði gentur og dreingir, og spælt verður í aldursbólkunum U9 til U17.
184 dystir skulu spælast. Fyrstu dystirnir byrja kl. 9.00 og um nátturðatíð verða ikki nógvir dystir eftir.
Umstøðurnar at skipa fyri FM í Klaksvík eru góðar. Badmintonhøllin og KÍ-høllin rúma 10 badmintonbanum, so øll kappingin kann avgreiðast uppá ein dag.
Vælkomin í hallurnar at síggja og stuðla okkara ungu og dugnaligum spælarum.



