Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Badminton: Føroyska landsliðið skal til Íslands

Jóhann Lützen

Tvey systkinapør úr Klaksvíkar Badmintonfelag umboða Føroyar

Farna vikuskifti varð seinasta umfar í liðkappingunum í donsku deildunum í badminton spæld.

Liðkappingarnar hava gingið sera væl hjá føroysku badmintonleikarunum. Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu undanumfarið saman við sínum liðfeløgum, og skulu nú spæla um uppflyting í 2. deild.

Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini gjørdust nummar tvey í undanumfarimum, og skulu sostatt eisini spæla um uppflyting í 3. deild. Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer fram.

 

Í komandi viku fer badmintonlandsliðið til altjóða kapping í Íslandi.

Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong hevur úttikið hesar leikarar:

 

  • Rúni Øster
  • Christian Berg Petersen
  • Asbjørn Heide Olsen
  • Miriam í Grótinum
  • Bjarnhild í Buð Justinussen
  • Lena Maria Joensen
  • Ranja Joensen
  • Birna Jacobsen
  • Oddbjørg í Buð Justinussen
  • Sanna Thorkildshøj
  • Mia Thorkildshøj

 

Tað sermerkta við hesum liði er, at trý pør av systrum eru úttiknar. Sanna og Mia, Bjarnhild og Oddbjørg og Lena Maria og Ranja.

 

Harleyfacadeacryl