Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Badminton: Klaksvíkar Badmintonfelag byrjar aftur

John William Joensen

Leygardagin kl. 14.00 er Badmintonhøllin karmur um spennandi tiltak hjá Klaksvíkar Badmintonfelag

Klaksvíkar Badmintonfelag, sum hóast truplar umstøður, hevur fleiri ár á baki og sum var við til at fáa til vega og veruleikagjørt Badmintonhøllina, stendur fyri einum sera spennandi og avbjóðandi vetri.

Leygardagin fer KBF at avdúka nýggjan sponsor, nýtt búmerki, kunna um venjingartíðir og kappingar, og ikki minst, so verður tilmeldan fyri veturin, á staðnum.

Tiltakið byrjar kl. 14.00 og heldur á inntil kl. 16.00.

Stuttligt hevði verið, um foreldur og børn tóku ketcharan niðan við.

Eisini verður kaffi við onkrum afturvið.

Klaksvíkar Badmintonfelag sigur at enda, at øll eru vælkomin bæði tey ið von eru at leika badminton, og tey ið vilja royna tað fyri fyrstu fer…