Hetta vikuskiftið eru fýra íslendskir badmintonspælarar á vitjan í Føroyum. Hetta eru spælarar, sum eru millum teir bestu í Íslandi, sum skulu spæla ímóti okkara bestu.
Vikuskiftið er skipað so, at spælt verður ein kapping í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímanseiki, og so er eisini ein landsdystur. Í gjárkvøldið spældu føroysku og íslendsku leikararnir innleiðandi dystirnir, og í dag, leygardag, verður so landsdysturin á skránni. Sunnudagin verður so spælt víðari.
Í dag, leygardagin verða átta dystir leiktir.
Føroyska uppstillingin til landsdystin sær soleiðis út:
Einmansleikur harrar: Magnus Dal-Christiansen
Einmansleikur harrar: Rani í Bø
Einmansleikur kvinnur: Kristina Eriksen
Einmansleikur kvinnur: Gunnva Jacobsen
Tvímansleikur harrar: Magnus Dal-Christiansen/Rógvi Poulsen
Tvímansleikur kvinnur: Sólfríð Hjørleifsdóttir/Simone Romme
Blandaður tvímansleikur: Kristina Eriksen/Rani í Bø
Blandaður tvímansleikur: Gunnva Jacobsen/Magnus Dal-Christiansen
Vónandi koma nógv í høllina at stuðla okkara badmintonleikarum – byrjað verður kl. 13.00.




