Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BADMINTONHØLLIN FULLSETT – ein Makedoniskur boðskapur

Poul Jóhan Djurhuus

Í kvøld, leygarkvøldið 11. apríl kl. 20.00, verður George Verwer aftur í Badmintonhøllini. Um tú ikki hoyrdi hann í gjárkvøldi, kom so í kvøld og bjóða onkrum við!

Í kvøld, leygarkvøldið 11. apríl kl. 20.00, verður George Verwer aftur í Badmintonhøllini. Um tú ikki hoyrdi hann í gjárkvøldi, kom so í kvøld og bjóða onkrum við!

Betesdakórið hitaði upp, við sínum altið so vakra sangi, ein hálvan tíma áðrenn møti byrjaði í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjárkvøldi, fríggjakvøldið 10. apríl, har George Verwer var gestatalari. Tað var Anita Tausen, landsleiðari fyri OM-Føroyar, sum beyð fólkinum vælkomnum og vendi sær við eini serligari heilsan á enskum til George Verwer, sum heilt avgjørt var heiðursgesturin í kvøld. Anita Tausen og Rói Norðoy leiddu skránna í kvøld.

Tað var nógv á skránni: Lovsangur, felagssangur, videoframførsla, bókaframløga, missiónsbásar, drama, vitnisburður, innsavning og eitt risastórt úrvæl av bókum.


LOVSANGURIN: 

Tað vóru hjúnini Randi og Símun J. Hansen, sum leiddi lovsangin og felagssangin, saman við fleiri tónleikarum. Hetta eru tey ómetaliga væl egnaði at gera. Ein sannur tilbiðingarandi var til staðar, og sangurin fylti høllina.

VIDEO: Videoframførslan gav eitt yvirlit yvir tey mongu og ymisku arbeiðsøkini hjá OM, sum við stuttum innsløgum vórðu víst á tveimum stórskýggjum. Tann, sum ikki visti nakað um OM áðrenn møti í kvøld, fekk eitt skilagott innlit í arbeiði hjá OM, sum hevur meira enn fimti ár á baki.

BØKUR: Rói ummældi nakrar av bókunum, og tað gjørdi George eisini, meðan hann talaði. Eitt stórt bókaborð var sett upp í sunnara enda av høllini. George Verwer segði, at bøkurnar hjá honum vóru ókeypis, og beyð fólki at taka við heim at geva til onnur. Hetta vísir einaferð enn hugburðin, sum George Verwer hevur til tað skrivaða orði.


MISSIÓNSBÁSAR: 

Eitt hav av tilfari um OM, Teenstreet og Logos Hope. Um ein hugsar at fara við OM, so er tað ein upplagdur møguleiki, hetta vikuskifti, at fáa samband við røttu persónarnar og eitt innleiðanadi prát.


DRAMA: 

Drama er ein fastur táttur, tá OM stevnir fólki saman, og í kvøld var einki undantak. Ein dramabólkur framførdi ein leik við evninum at bjarga teim søkkandi og doyggjandi. Í leikinum var tað bert tann eini persónurin, sum einsamallur stríddist við at bjarga, meðan aðrir gingu runt og tóku myndir av teimum søkkandi, og onkur tosaði í telefon og vísti als ongan áhuga. Ein boðskapur um, at tað eru so fá, sum hava eitt brennandi hjarta fyri teimum fortaptu.


VITNISBURÐUR: 

Bjørg í Skemmuni, sum er gift við Dánjal í Skemmuni, greiddi frá hvussu tey eru kallaði at fara við Logos Hope. Tey fara seinni í ár, og fyribils hava tey bundi seg til 2 ár. Vónandi hevur hennara vitnisburður í kvøld verið eitt kall til onnur at gera tað sama.


INNSAVNING: 

Ein løta varð sett av, har fólk hevði høvi at geva eina gávu til arbeiði hjá OM. Rói Norðoy minti á, at eitt vikuskiftisátak sum hetta, kostar umleið 40.000 krónur. Tað verður als einki gjørt í Guds akri, um ikki Guds fólk stuðlar.


GEORGE VERWER

Tá klokkan var 21.30 steig George Verwer fram á pallin saman við tulkinum Poul í Skorini. Hann er eins lívligur í dag sum hann altið hevur verið. Hann gramdi seg um, at hann ikki var komin til Føroyar fyri nógvum árum síðani, tí Føroyska tjóðin og føroysku samkomurnar/kirkjurnar hava verið ein berandi stuðul við fólki og skipsmanning ígjøgnum øll árini hjá OM.

Hann nevndi eisini teir túsindir av tannáringum úr Føroyum, sum hava vitjað TEEN-STREET. George nýtti høvi at geva føroyingum eina tøkk fyri teirra stóru og søguligu undirtøku í altjóða arbeiðinum hjá OM. Hann nevndi eisini Logos Hope, sum var keypt úr Føroyum, og at ein føroyingur hevði verið skipari, Árni Jensen, sáli.


PERSÓNLIGUR VITNISBURÐUR

George byrjaði taluna við sínum persónliga vitnisburði. George er eitt úrslit av evangeliska boðskapinum og arbeiðinum hjá Billy Graham. Tann 30. mars í 1955 sæt George sum 17 ára gamal á einum møti hjá Billy Graham í Madison Square Garden í New York. Tá Billy bjóðaði fram til frelsu, tá var George ein av teimum, sum fór fram, og hann gav sítt lív til Jesus.


MAKEDONISKA KALLI

George hevði sum høvuðstekst Matt.9,35-38v. Hann tosaði um tað Makedoniska kalli, sum Paulus upplivdi í Troas, og at Paulus var lýðin. George rósti føroysku samkomunum fyri at hava hoyrt og skilt tað Makedoniska kallið, tí so nógvir føroyingar eru úti í missión. George vísti á fleiri støð í heiminum í dag, har evangeliið ikki enn er komið, og hann vónaði, at enn fleiri vilja hoyra Makedoniska kallið hetta vikuskifti í Føroysku samkomunum/kirkjunum.


TULKURIN

Poul Í Skorini gjørdi eitt gott arbeiði í kvøld, tá hann djarvur steig fram undir liðini á heimskenda evangelistinum og skuldi føroyska hansara lívligu og skjótu, og mangan longu setningar. Poul kemur at vera offisielli tulkurin undir vitjanini – tað er gott at yngri menn taka við. At tulka er ein týdningarmikil tænasta og eigur at vera eitt kall!


Í kvøld, leygarkvøldið 11. apríl kl. 20.00, verður George Verwer aftur í Badmintonhøllini. Um tú ikki hoyrdi hann í gjárkvøldi, kom so í kvøld og bjóða onkrum við!