JFK Open 2016 í badminton byrjaði tíðliga í morgun. Ramman um kappingina er framúr, tí í Badmintonhøllini saman við KÍ høllini ber til at hava 10 badmintonbanar koyrandi samstundis. Ókeypis atgongd er til tiltakið og harafturat er ókeypis kaffi at fáa.
Kappingin koyrir til kl. 20 í kvøld og byrjar aftur í morgin sunnudagin, tá tey vaksnu fara at royna seg.




