Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Badmintonhøllin verður nú bygd

John D. Olsen

Hósdagin í seinastu viku var byggisáttmáli undirskrivaður millum Klaksvíkar Badmintonfelag og Norðhús

Tað vóru teir báðir Jákup Anthoniussen, fyri Klaksvíkar Badmintonfelag og Karl Josephsen fyri Norðhús, sum undirskrivaðu sáttmálan.

Eftir ætlan verður tann nýggja badmintonhøllin, ið stendur beint sunnanfyri KÍ-høllina, klár at taka í nýtslu um eitt ár.

Kostnaðurin fyri nýggju høllina er mettur at verða umleið 15 milliónir kr.

Harleyfacadeacryl