Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Badmintonleikararnir sera góð úrslit til Danish Junior Open 2016

Tíðindaskriv

Aftaná at unglingalandsliðið hevði spælt hálvfinalur og finalur á triðja og síðsta degnum til Danish Junior Open 2016 kundu vit staðfesta, at okkara leikarir høvdu vunnið 7 gull, 4 silvur og 6 triðja pláss.

Hesi tryggjaðu sær gull, silvur og eitt 3. pláss;

U13-M
Tvímansleikur kvinnur: gull Adhya Nandi/Miriam í Grótinum

Blandaður tvímansleikur: 3. pláss Adhya Nandi saman við x-makkara frá Danmark

U15-A
Einmansleikur menn: 3. pláss til Jónas Djurhuus
Einmansleikur kvinnur: gull Lena Maria Joensen og silvur Sissal Thomsen
Tvímansleikur kvinnur: 3. pláss Mona Rasmusdóttir/Jensa Tórolvsdóttir og Sissal Thomsen/Lena Maria Joensen

Tvímansleikur menn: gull Ari Nandi/Ari M. Jacobsen og silvur Jónas Djurhuus/ Árant á Mýrini

Blandaður tvímansleikur: silvur Jónas Djurhuss/Sissal Thomsen og 3. pláss Rúni Øster/Mona Rasmusdóttir

U17/19-A

Einmansleikur kvinnur: gull Gunnva Jacobsen og silvur Sólfríð Hjørleifsdóttir
Tvímansleikur kvinnur: gull Gunnva Jacobsen/Sólfríð Hjørleifsdóttir

Tvímansleikur menn: gull Magnus Dal-Christiansen/Rani í Bø
Blandaður tvímansleikur: gull Magnus Dal-Christiansen/Gunnva Jacobsen og 3. pláss Dann Fróðason/Sólfríð Hjørleifsdóttir

”Allir okkara unglingaspælarir vístu sera gott spæl til alla kappingina, og tey stríddust fyri hvønn bólt. Danish Junior Open 2016 í A-bólkinum hjá U15 og U17/19 var hørð kapping frá hinum leikarunum, bæði teimum donsku, týsku og svensku. Sum tit síggja, so vóru vit í fleiri av hálvfinalunum og finalunum í U15 – og er hetta sera gott fyri føroyskt badminton og fyri, hvussu framtíðin vónandi fer at verða”, sigur formaðurin í Badmintonsambandinum Erik Engelbrecht Thomsen.

”Hjartaliga tillukku til allar vinnararnar og til alt unglingalandsliðið fyri gott samanhald, og at tit stuðlaðu hvørjumøðrum so væl”, sigur Erik Engelbrecht Thomsen at enda.

Harleyfacadeacryl