Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Bæði Havnarfeløgini í topp 4

Norðlýsið

Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Allan Tungá er triði persónurin í táttinum \’\’Klaksvíkingar tippa um Effodeildina\’\’ sum koyrir hvørt kvøld á nordlysid.fo fram til \’\’Kick off\’\’ 15. mars.

Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Allan Tungá er triði persónurin í táttinum ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina” sum koyrir hvørt kvøld á nordlysid.fo fram til ”Kick off” 15. mars.

Allan Tungá væntar sum tann fyrsti higartil, at bæði Havnarfeløgini sleppa uppí part í topp 4. Hann er eisini tann fyrsti sum peikar á verandi meistararnar sum komandi FM vinnarar. Allan tippar soleiðis:

FM vinnari: HB

Nummar 2: Víkingur

Nummar 3: KÍ

Nummar 4: B36

Niðurflytari: Skála

Niðurflytari: B68

Ársins toppskjútti í Effodeildini: Páll Klettskarð (KÍ)

Ársins leikari í Effodeildini:Heini Vatnsdal (HB)

Ársins stjørnuskot í Effodeildini: Rasmus Dan Sørensen (B36)

Besta ”keypið” í Effodeildini: Jónas Tór Næs (EB/Streymur)

Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:

Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.

Les eisini aðrar tippingar um Effodeildina 2014:

– Fáa ein nýggjan FM vinnara

– FM heitið endar í Eysturoynni

Harleywoodpaint