sigur nýggi leiðarin á tíðindadeildini hjá Kringvarpinum, Jón Brian Hvidtfeldt, sum undirstrikar at stovnurin heldur lógina og at bæði løgting og landsstýrið vita um nýggja bygnaðin
– Eg má siga at hasin fyrispuringurin var kanska vantandi, men eg má gera greitt at bæði landsstýri og løgtingið eru kunnað um nýggja bygnaðin hjá Kringvarpinum.
– Løgtingslógin leggur upp til tvær sjálvstøðugur tíðinda "eindir" og fyri tað um tú hevur eina tíðindadeild kanst tú hava fleiri sjálvstøðugar eindir.
– Vit hava ætlanir um ikki bara tvær, men fleiri sjálvstøðugar eindir á tíðindadeildini og tí er eingin ivi um at vit halda løgtingslógina, sigur nýggi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, sum altso er ein persónur fyri baði útvarp og sjónvarp.
Fleiri tinglimir vístu annars á, í orðaskiftinum á løgtingi í morgun, at eingin ivi er um at tá løgtingið samtykti lógina var tað av alstórum týdningi at tíðindadeildirnar hjá útvarpi og sjónvarpi vóru atskyldar, fyri at tryggja margfaldni í tíðindaflutninginum.




