Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bæði spældu seg úr FM stríðinum

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) KÍ og Víkingur leiktu javnleik í Sarpugerðií kvøld og nú er borðið dekkað til HB at einsamalt at fara frá hinum liðunum íEffodeildini. Fyribils eru bæði KÍ og Víkingur sostatt úti av FM stríðinum.

 

Víkingur sat á fyrra hálvleiki

Líkindini vóru frálík og kassameistarin hjá Víkingi hevðinokk smílið uppiá, tá dysturin í kvøld var settur í gongd. Tað var heimaliðið,ið alt fyri eitt setti seg á dystin. Teir vóru grammari og vunnu sum oftastfyrsta og næsta bólt. KÍ kom nærum ikki framum miðjuna fyrstu 20 minuttirnar ogtá pláss var til umstillingar, so vóru sendingarnar óneyvar. Hóast stórayvirvág til Víking, so komu teir ikki til so nógvar stórar møguleikar. Táhálvur tími var leiktur mátti vælleikandi Hans Jørgen Djurhuus av vøllinum viðskaða og beint fyri hálvleik fór Jann Ingi Petersen eisini av vøllinum viðskaða. Tað sama mátti Álvur Christiansen hjá KÍ beint fyri hálvleik. KÍ kom sumfráleið eitt sindur betri við og Páll A. Klettskarð skallaði innlegg fráHjalgrím Elttør á stongina, tá áleið hálvur tími var leiktur. Beint fyrihálvleik kom Víkingur á odda, tá leysur bóltur endaði hjá Filip Djordjevic oghann smekkaði bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 1-0.

 

KÍ betri við 10 monnum

Tá KÍ liðið kom út til seinna hálvleik sást, at tað hevðiverið tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum. Tí liðið var munandi meiraágangandi. Nakrir hálvir møguleikar blivu skaptir, men júst sum trýstið aválvara byrjaði at síggjast, so misti KÍ ein leikara, tá Ivan Joensen, ið framtil tá hevði verið ein av teimum betru, fekk sítt seinna gula kort í púraóneyðugari takling. Nú sá svart út hjá KÍ við 10 leikarum og aftanfyri 1-0. Menliðið vísti góðan hugburð og eingin nevniverdur munur var á liðunum. Tá so eini65 minuttir vóru leiktir kom útjavnandi málið. Gunnar Christiansen fór ein avsínum eyðkendu túrum í høgru síðu. Legði væl inn fyri til nærmastu stong, harJóhan Jacobsen í fyrstu syftu ikki rakti bóltin, men síðani fekk lagt vælvíðari til Føroya besta álopsleikara Páll A. Klettskarð og í slíkari støðu skorarhann sum oftast og tað gjørdi hann eisini hesaferð. 1-1 og 7. málið ílandskappingini hjá Páll, ið uttan iva fær landsliðsboð frá Lars Olsen, ið varmillum áskoðararnar, í næstu viku, nú Arnbjørn Hansen er skaddur. Eftir hettaleikti javnt á og KÍ liðið, ið stríddist væl í seinna hálvleiki, var kanska taðvandamiklara liðið. Tað kom tó einki mál afturat og dysturin endaði 1-1.

 

 

Vinnarin var HB

Beiski sannleikin hjá klaksvíkingum nú 1/3 av kappingini erfarin er tann, at enn er lítil framgongd at síggja í mun til í fjør. KÍ hevurikki megnað at vunnið á nøkrum av teimum sterkaru liðunum(HB, Víkingur, ÍF,EB/Streymur og B36) og hevur bara 1 stig meira enn um somu tíð í fjør. Seinnihálvleikurin í dag við 10 leikarum bjargaði nakað av samlaða inntrykkinum, menfyrri hálvleikur var so mikið illa leiktur frá teimum bláu, at tað næstan ikkivar til at fata, tá hugsað verður um, at leikara fyri leikara er KÍ eitt vælbetri lið enn Víkingur. Hugsi ikki, at fleiri enn tveir-tríggir leikarar áVíkinga liðinum høvdu komið í KÍ uppstillingina, um ein venjari kundi valtfrítt millum báðar hóparnar. Í fyrra hálvleiki spældi Víkingur ágangandifótbólt og setti KÍ undir størri trýst enn tey flestu av hinum liðunum havamegnað í ár. Í seinna hálvleiki bleiv tað til nógvar langar bóltar og ein kannstaðfesta útfrá seinna hálvleikinum, at dygd manglar í hópinum hjá Víkingi fyriat kunnu stríðast um FM heitið í ár. Tað fer KÍ neyvan heldur eftir enn einjavnleik, ið ikki kann brúkast til nevnivert. Eisini merkisvert at síggja, ateingin útskifting kom á KÍ liðinum í seinna hálvleiki, tí okkurt avrik var ivasamtog eitt nú Kristoffur Jakobsen og Heðin Klakstein hava gjørt stóran mun fyrr íár, tá teir hava verið skiftir inn. Kanska eitt tekin um, at man á bonkinum varnøgdur við avrikið og eina stigið. Tó so, so kunnu allir leikararnir í verjupartinumvið Meinhardt Joensen sum tryggum aftasta skansa vera væl nøgdir við dystin, títeir loyvdu ikki Víkingi til nógvar møguleikar. Undantikið í málinum hjá Víkingi, har tað átti at verið ruddað betri burtur. Av teimum skaraði GunnarChristiansen framúr í seinna hálvleiki, tá hann í álopspartinum var klártvandamiklasti KÍ leikarin, umframt at hann hevði gott tak á í verjupartinum. Stórivinnarin í dag var HB, sum sunnudagin kann leggja seg 7 stig framum fremstaavbjóðaran KÍ, sum á pappírinum burdi kunnað givið havnaliðinum harða kapping.

Dómarin Dagfinn Forná kom sera væl frá uppgávuni í dag.Kanska besta dómara avrikið fyrstu 9 umførini, har KÍ hevur verið annað avliðunum.