Á heysti, í September, í 2018 misti Bakkafrost loyvi til landstøðina á Varpinum í Klaksvík. Orsøkin var, at landstøðin stóð ikki krøvini, sum blivu til landstøðir í 2019.
Jón Purkhús, leiðari hjá Bakkafrost í Norðurøkinum sigur, at hetta kom sjálvandi illa við, tí vit skuldu seta út aftur í ringarnar á Kunoyarnesi í desember í 2018. Hevur tú ikki eina góðkenda landstøð til eitt aliøki, so fært tú heldur ikki loyvi at ala í økinum. Ein slík støð er ætla til inslúsing av fólki, sum skal arbeiða inni á økinum, bæði í bátum og við ringarnar.
Landstøðin á Varpinum var lykilin til alingina á Kunoyarnesi, so her mátti handlast skjótt. Vit stóðu í tí støðu, at longu á heysti í 2018 skuldu vit seta út aftur í ringarnar. Skotbráðið var ov stutt til at vit kundu byggja nýggja landstøð við atløguplássi, so vit valdu at søkja Klaksvíkar Kommunu um at sleppa at brúka virkið Kryvjing, sum vit áttu við undirlendi á eystara kaiøki.
Ein avtalað bleiv gjørd við Klaksvíkar Kommunu, har vit fingu loyvi at brúka Krivjing í 22 mánaðir, sum støð til virksemið á Kunoyarnesi.
Hendan avtalan gjørdi, at steðgur ikki kom í alingina við Kunoyarnes.
Tá nú hesin knúturin var loystur, var uppgávan hjá okkum at finna eina endaliga loysn, sigur Jón Purkhús, leiðari á aliøkinum í Norðuroyggjum víðari.
Vit fóru at leita eftir møguleikum uttan fyri Vágna og vóru hepnir at fá eina avtalu við P/f Kjølur, um at keypa høllina teir áttu Við Grótrætt. Her eru vit í dag í ferð við at gera eina nútíðar landstøð, ið lýkur øll krøv, sum myndugleikarnir seta til eina slíka.
Í hesum døgum er Kanjon í ferð við at inrætta høllina til okkara nýtslu og longu nú er nógv av útgerð til alingina við Kunoyarnes flutt í høllina “Við Grótrætt”.
Jón Purkhús sigur víðari, at tað liggur Bakkafrosti nær at halda tær avtalur man ger, tí arbeiða vit nú av kraft við nýggju landstøðini hjá Kunoyarnesi. Sum sagt, so er Kanjon í fer við at inrætta høllina vit hava keypt og harafturat fer bryggjuarbeiðið við økið í gongd í næstum og skal standa liðugt um umleið 10 mánaðir, tá flyta vit alt virksemið hjá okkum út av Vágni og til støðina her Við Grótrætt. Sostætt hava vit hildið tær avtalur vit gjørdu við Klaksvíkar Kommunu.
Annars sigur Jón Purkhús, at hann er sera glaður fyri tað loysn, ið nú gerst veruleiki. Okkum dámar væl at vera burtur frá øðrum vinnuøki, tí økið har vit arbeiða skal verða avhegnað og strong trygdarkrøv eru til økið.
Her frá og til áliøkið á Kunoyarnesi er stutt at sigla, so hetta er júst tað økið okkum tørvar, sigur Jón Purkhús, leiðari fyri alingina hjá Bakkafrost í Norðoyggjum at enda.











