Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bakkafrost fer at gera íløgur fyri 6,2 milliardir komandi 5 árini

Jóhann Lützen

Á stórum fundi fyri íleggjarar, varð í dag millum annað boðað frá, at Bakkafrost fer at økja laksaframleiðsluna við uml. 40% komandi árini. Ein av stóru orsøkunum eru nýggja smoltstøðin á Strond og eisini keypið av fyritøkuni í Skotlandi.

Í dag hava íleggjarar frá eitt nú Onglandi, Skotlandi, Danmark, Noreg, Týsklandi, Fraklandi, Hollandi og USA vitjað Bakkafrost, ið hevur bjóðað inn til eina gjøgnumgongd av fyritøkuni og leggur fram framtíðarætlanir fyri næstu 5 árini.

Íleggjarar fáa komandi tveir dagarnar eina gjølliga kunning um alt virkemið, sum má sigast at vera í stórari framgongd.

Frá 2022 til 2026 fer Bakkafrost millum annað undir at gera íløgur fyri 6,2 milliardir.

Eisini verður gjørt greitt, at Bakkafrost hyggur eftir møguleikum fyri at byrja lakaaling á opnum havi, men ætlanin er ikki at taka stóran váða í fyrstu syftu, men fylgja gongdini tætt, og gera røttu íløgurnar tá ið væntast kann at vitanin er nóg grundfest.