Bakkafrost hevur gjørt sáttmála við Tersan skipasmiðjuna í Turkalandi um bygging av nýggjumbrunnbáti. Báturin, sum fær navnið “Hans á Bakka”, verður liðugur á várið 2015.
Brunnbáturin er 75 m langur – til støddar 3.250 bruttotons við eini framtøkumegi upp á 2.980 kW.Báturin verður útgjørdur við nýggjastu tøknini og fer at teljast millum heimsins mest framkomnubrunnbátar. Báturin hevur brunnar, ið rúma 3.000 m3 og til ber at flyta 450 tons av livandi laksi í einisergjørdari skipan, har allur sjógvurin umborð verður resirkuleraður og at enda sóttreinsaður, áðrennhann verður leiddur út.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur at“endamálið við nýggja bátinum er at tryggja framtíðartøkuna hjá felagnum, at betra um góðskuna og at hækka tilbúgvingarstøðið. Eisini ynskja vit at setadjóravælferð og lívfrøðiliga trygd í hásæti.”




