Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bakkafrost: Hægri prísir eitt tvíeggjað svørð

Jóhann Lützen

Símun Jacobsen, sølustjóri í Bakkafrosti, er ein teirra, ið er við á stóru sjóvinnumessuni í Barcelona.

Bakkafrost hevur luttikið á sjóvinnumessuni, síðani messan byrjaði fyrst í 1990’unum. Fyrst var messan í Bruxelles, og nú er hon so í Barcelona. Endamálið við at luttaka á messuni er, sigur Símun Jacobsen, sølustjóri, at møta kundunum og vita um til ber at fáa onkran nýggjan kunda.

Við at luttaka á messuni fær man eisini innlit í, hvat rørir seg á marknaðinum. Sølustjórin sigur, at hann sær nógv nýtt og fær íblástur við at luttaka. Árið í ár er serligt, tí trot er á matvørum, og tað hevur gjørt, at prísirnir eru farnir uppeftir. Símun Jacobsen væntar, at tað verður galdandi í drúgva tíð frameftir, og ein orsøk er sjálvsagt kríggið í Ukraina.

Kostnaðirnir hjá teimum, eitt nú til orku, fara eisini uppeftir, og tað ger prísurin á rávøruni eisini. Partvís fáa Føroyar gagn av hesum, at fiskavørur verða dýrari, men hinvegin er eitt hægri kostnaðarstøði á øðrum økjum ikki til gagns fyri føroyingar, so hægru prísirnir eru tvíeggjaðir.

Undir Corona hava tey á Bakkafrosti als ikki ferðast fyri at hitta kundarnar; alt samskiftið hevur verið umvegis telefon, internetið og á Teams. Tað hevur riggað, men tørvur er á at møta fólki andlit til andlits. Bæði Bakkafrost og kundarnir hava gagn av at møtast fysiskt, og hava saknað tað, tá tað ikki bar til undir farsóttini. 

Bakkafrost luttekur ofta á tílíkum messum, og fyrr í ár hava tey verið í Boston í USA. Vanliga er Bakkafrost eisini við á messu í Kina, men tann messan hevur ikki verið tvey tey seinastu árini, og tað er ivasamt, um hon verður í ár. Annars er hon vanliga í november. Men hendan messan í Barcelona er tann størsta, sigur Símun Jacobsen.

Laksur er serliga burðardyggur, tí hann brúkar minni av føði enn fleiri onnur djórasløg til at leggja eitt kilo omaná sína egnu vekt. Eitt nú brúka neyt nógv meira føði til at leggja eitt kilo afturat síni kropsvekt.

Laksur og annar alifiskur er ein vøra, sum eisini verður í framtíðini, sigur sølustjórin, og leggur afturat, at tað ikki einans er fiskur, ið verður aldur. Seyður, neyt og høsnarungar, ið vit eta, eru eisini ald djór. Heimurin hevur altíð brúk fyri mati, og tí er fiska- og matvøruvinnan hugalig at stavast í, sigur Símun Jacobsen.