Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti fyri 2016 var 1.165 milliónir krónur í mun til 1.001 milliónir krónur fyri 2015. Árið 2016 gjørdist tí metgott.
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti fyri 2016 var 1.165 milliónir krónur í mun til 1.001 milliónir krónur fyri 2015. Árið 2016 gjørdist tí metgott.
Góða gongdin á laksamarknaðinum í 2016 hevði positiva ávirkan á úrslitið hjá Bakkafrost.
”Hóast tøkunøgdin lækkaði í 2016 í mun til 2015, hevði Bakkafrost eitt metúrslit í 2016. Alideildin og Havsbrún høvdu framúr gott úrslit, meðan umstøðurnar hjá liðugvøruvirkjunum vóru torførar,” sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.
Fyri fjórða ársfjórðing 2016 var rakstrarúrslitið 350 milliónir krónur samanborið við 257 milliónir krónur fjórða ársfjóring 2015. Tøkan av laksi í fjórða ársfjórðingi 2016 var 12.940 tons, og fyri alt árið tók felagið 47.542 tons samanborið við 50.565 tons í 2015.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 635 milliónir krónur við ársenda 2016 í mun til 392 milliónir krónur við ársenda 2015. Bakkafrost hevði 655 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2016, og solvensurin hjá Bakkafrost var 66%.
Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrost, sum verður fríggjadagin 7. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,70 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 425 milliónir krónur.




