Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakkafrost keypir eitt skip afturat

Helgi Abrahamsen

Leiðslan á Bakkafrosti er farin at hyggja eftir einum egnaðum skipi, sum skal brúkast til at reinsa laksin fyri lús.

Leiðslan á Bakkafrosti er farin at hyggja eftir einum egnaðum skipi, sum skal brúkast til at reinsa laksin fyri lús.

“Vit skulu hava eitt nýtt skip, sum burturav skal brúkast til at viðgera laksin fyri lús, og vit miða eftir at hava skipið longu um ársskifti ella fyrri.” Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

Brunnbáturin Hans á Bakka hevur síðani hann kom til landið verið nógv brúktur til at viðgera laks, men tað var ikki tað, hann var keyptur til.

“Viðgerðin hevur givið sera góð úrslit, men Hans á Bakka skal eisini brúkast til tøku,” sigur Regin Jacobsen. “Tí hevur Bakkafrost brúk fyri einum skipi afturat.”

Ætlanin hjá Bakkafrosti er ikki at byggja nýtt, men sambært Regini Jacobsen eru nógv skip at velja ímillum.

“Støða er ikki tikin til at keypa nakað ávíst skip, men vit fara at keypa eitt skip innan heilt stutta tíð,” sigur hann.

Hans á Bakka kom til landið í juli 2015.

Harleyfacadeacryl