Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bakkafrost keypir nýggja tvíkilju frá KJ

Jóhann Lützen

Bakkafrost og KJ hava skrivað undir avtalu um bygging av nýggjari tvíkilju. Tvíkiljan verður nýbygningur nummar 66, sum KJ byggir og nummar 36 í røðini hjá Bakkafrost.

 

Tvíkiljan, sum sáttmáli er gjørdur um, er 20 metrar long og nýggju metrar breið. Hetta er ein tvíkilja í somu stødd sum Miðenni, sum KJ handaði Bakkafrosti 6. desember í fjør. Talan er um systurskip til Miðenni og nýggja tvíkiljan verður eins væl útgjørd. Tvíkiljan hevur verið á tekniborðinum í eina tíð, men nú er arbeiðið farið ígongd og verður hon væntandi handað á heystið 2025.  

Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ, sigur, at “menningin hjá føroysku alivinnuni síðstu nógvu árini hevur ført við sær, at tørvur er á størri og máttmiklari tvíkiljum. Tørvurin á størri deksplássi og størri dekskranum ger, at støddin á størstu tvíkiljunum sum vit byggja, er komin upp á 20×9 metrar.” 

Harleyfacadeacryl