Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bakkafrost og Mowi toppkarakter í frágreiðing

Jóhann Lützen

ESG-frágreiðing: Mowi og Bakkafrost eru ovarliga á burðardygdarstiganum, meðan aðrar sjógætisfyritøkur hava rúmd fyri batum. Atlantic Sapphire, Frøy og NTS fingu munandi lægri “próvtal” fyri hvussu tey handfara viðurskifti kring umhvørvi, sosial viðurskifti og fyritøkustýring. Bakkafrost er við, tí tað er keypsskálanoterað í Noregi.

Fríggjadagin 9. september legði Position Green fram sína árligu frágreiðing av teimum størstu keypsskálaskrásettu fyritøkum í Noregi, Danmark og Svøríki og hvussu tey klára seg innanfyri ESG (Environmental, Social and Governance). Frágreiðingin fyri 2022 er tann fimta í røðini. Fyritøkurnar fáa eitt próvtal frá A til F, ið sýnir góðskuna av rapporteringini innanvert umhvørvi, sosial viðurskifti og fyritøkustýring.

100 fyritøkur eru kannaðar í hvørjum av teimum trimum londunum. Úrslitini hjá Position Green sýna, at sjógæti er triðbesta vinnugreinin í tílíkum rapporteringum í Noregi. Tær sokallaðu “Basic materials” og “Real estate” eru ávikavist nr. 1 og 2.

 

Yvirskipað vísir frágreiðingin/greiningin, at:

  • – Sjógæti er triðfremsta vinnugreinin í Noregi
  • – 47 prosent av fyritøkunum hava onga ætlan um at røkka null-útláti.
  • – Fleiri fyritøkur rapportera ikki býtið av “grønum” inntøkum.
  • – Bakkafrost og Mowi eru fremst, tá tað kemur til sjógæti.

Soleiðis stóðu fyritøkurnar seg:

  • Bakkafrost: A.
  • Mowi: A.
  • Lerøy Seafood Group: B+.
  • Aker Biomarine: B.
  • Austevoll Seafood: B.
  • Bewi: B.
  • Salmar: B
  • Atlantic Sapphire: C.
  • Frøy: D.
  • NTS: D.

 

Kelda: Position Green og Intrafish/Robert Nedrejord, Bergen. Leinki til grein er her