Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakkafrost rýmir úr Klaksvík

Oliver Joensen

Tað mundi koma sum en bumba í býráðshúsinum í Klaksvík, nú Bakkafrost royndist samfelagnum her so illa.

Tað mundi koma sum en bumba í býráðshúsinum í Klaksvík, nú Bakkafrost royndist samfelagnum her so illa.

Tað er onki at taka seg aftur í, at býráðið stóð á høvdinum fyri Bakkafrost tá felagið fekk byggiloyvi á keiini á sinni, og helst eisini var orsøk til, at annað virkið ikki slapp at byggja á økinum.

Síðani hevur ligið í luftini, at Bakkafrost skuldi útbyggja á vestara keiøki í Klaksvík, tí tað hevur ljóðað, at felagið skuldi økja um virksemi sítt á Funningsfirði, og tí skuldi Klaksvík vera høgligasta plássið hjá felagnum at hava kryvjivirki her.

Helst hevur hetta eisini verið ein orsøk til, at stórt tolni hevur verið víst felagnum mótvegis alingini á Pollinum.

Men tað er helst lítið, ið kann gerast hiðani við áhugan hjá kapitalinum. Hinvegin, so eiga vit at fara at vera meiri umhugsin tá vit loyva virkjum at gagnnýta umhvørvið har vit skulu búleikast. Tað fer í longdini ikki at bera til, at norðuroyggjar fara at leggja allar firðirnar í økjunum til stór kapitalin at skalta og valta við, sum teimum lystir. Hetta eru øki, ið fólkið í her býr skal hava møguleikan at skapa sær inntøku av og tí er klárt, at tað verður hart at svølgja at Kryvjing nú verður flutt.

Nú mugu kommunurnar í Norðoyggjum seta seg saman at viðgera hvørjar ætlanir tær hava við firðum og sundum í Norðoyggjum frameftir.

Bara at liva við dálkingini, lúsapláguni og nøkrum fáum alibátum frá stóru alibrúkunum í Norðuroyggjum, man fara at vera ein soltin súpan til kommunukassarnar og til fólkið ið her býr.

Einaferð var tikin avgerð um í býráðsregi í Klaksvík, at Klaksvík, mótvegis øðrum plássum í Føroyum, ið skoyttu til oljuna, skuldi gera seg út til fiskivinnupláss burturav.

Nú tað sær út til, at stór kapitalurin hevur ætlanir um at alifiskurin bert skal ganga á biti her, ímeðan hagreiðingarinntøkurnar skulu liggja aðrastaðni í landinum, eiga vit helst at umhugsa í hvussu so er í Klaksvík, at arbeiða framímóti eini oljuhavn.

Tað ljóðar kanska ógvusligt, men veruleikin er, at tað er okkara egna uppgáva at finna vinnuvegir til fólkið her, og tá alirisin nú hann hevur fingið allar sømdir, ikki vil spæla við, ja, so er eitt hjá okkum at gera, tað er at niður prioritera alingina og finna okkum aðrar vinnuvegir.