Kundi tú hugsa tær eina yrkisleið sum smoltalari? Tú verður partur av eini fyritøku, sum framleiðir matvørur úr føroyskum laksi, sum er tann sunnasti og besti, sum marknaðurin hevur at bjóða.
Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning og smoltstøðin á Viðareiði verður í løtuni útbygd. Vit søkja tí eftir eldhugaðum starvsfólki til smoltstøðina at seta í starv sum skjótast. Talan er um eitt fast starv.
Arbeiðsøki
Á smoltstøðini starvast 7 starvsfólk. Sum smoltalari ert tú partur av eini vaktarskipan og kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta á sjógv.
Arbeiðið sum smoltalari er avbjóðandi og fjølbroytt. Aftaná upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:
· at arbeiða við aling av smolti
· at brúka ymiska tekniska útgerð
· at stýra vatngóðskuni
· at nýta alarmskipanir
· at virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Tín vangamynd
Sum persónur er tú raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.Tú hevur áhuga at arbeiða við djórum og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sigurð Jacobsen, leiðara, á tel. 235088 ella við t-brævi sija@bakkafrost.com, ella við Leif av Reyni, deildarleiðara, á tel. 235072 ella við t-brævi til lere@bakkafrost.com
Umsókn
Umsókn við prógvi og CV skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com ella til
Bakkafrost
Glyvravegur 8
625 Glyvrar
Att.: Starvsfólkadeildin
Umsóknarfreistin er mánadagin 2. november 2015.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.




