Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakkafrost søkir alarar til aliøki í Eysturoy og Streymoy

Hannefíða Joensen

Kundi tú hugsað tær eina yrkisleið sum alari? Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning, og vit søkja tí eftir eldhugaðum starvsfólkum til aling í Eysturoy og Streymoy at seta í starv sum skjótast. Talan er um fast starv.

Arbeiðsøki

Á einum alibrúki starvast 4 starvsfólk. Sum alari ert tú partur av eini vaktarskipan og kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laks til kundar á altjóða marknaðinum.

Arbeiðið sum alari er avbjóðandi og fjølbroytt. Aftan á upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

· at arbeiða við røktan av fiski

· at brúka ymiska tekniska útgerð sum t.d. bátar, kranar og fóðurútgerð

· at røkja útgerð sum t.d. ringar, nótir, fortoyningar v.m.

· at verða við í øðrum fyrifallandi arbeiði

· at virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tín vangamynd

Sum persónur ert tú raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar, og tú hevur áhuga at arbeiða við djórum.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Meira at vita?

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Oddvald Olsen, á tel. 235149 (t-bræv til odos@bakkafrost.com).

Umsókn

Umsókn við prógvi og CV skal sendast við t-brævi til hrm@bakkafrost.com ella til:

Bakkafrost, Bakkavegur 9, 625 Glyvrar, Att.: Starvsfólkadeildin

Umsóknarfreistin er mánadagin 15. juli 2013.

_______

Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Felagið rekur alivirksemi á 6 smoltstøðum og 16 aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum, og framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 590 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo.