Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakkafrost søkir alarar til smoltstøðina á Norðtoftum

Norðlýsið

Kundi tú hugsað tær eina yrkisleið sum smoltalari? Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning, og vit søkja tí eftir 2 eldhugaðum starvsfólkum til smoltstøðina á Norðtoftum at seta í starv sum skjótast. Talan er um eitt fast starv og eitt starv sum avloysari í 12 mðr.

Arbeiðsøki

Á smoltstøðini starvast 6 starvsfólk. Sum smoltalari ert tú partur av eini vaktarskipan og kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost.

Arbeiðið sum smoltalari er avbjóðandi og fjølbroytt. Aftan á upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:
  • at arbeiða við aling av smolti
  • at brúka ymiska tekniska útgerð
  • at stýra vatngóðskuni
  • at nýta alarmskipanir
  • at virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tín vangamynd

Sum persónur ert tú raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.


Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku.


Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála á føroyska arbeiðsmarknaðinum.


Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Albert Johannessen, á tel. 235099 (t-bræv til aljo@bakkafrost.com), ella Leif av Reyni, leiðara, á tel. 235072 (t-bræv til lere@bakkafrost.com).


Umsókn

Umsókn við prógvi og CV skal sendast við t-brævi til hrm@bakkafrost.com ella til:

Bakkafrost

Bakkavegur 9

625 Glyvrar

Att.: Starvsfólkadeildin

Umsóknarfreistin er mánadagin 4. februar 2013.
 

——-

Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Felagið rekur alivirksemi á 6 smoltstøðum og 16 aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum, og framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 550 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo