Smoltstøðin liggur á Norðtoftum í Hvannasunds kommunu. Støðin framleiðir laks frá rogni til smolt. Ein størri útbygging er júst framd og er støðin tann størsta í Bakkafrost samtakinum, framleiðslan verður 4,0 milliónir smolt um árið. Tað starvast 8 fólk á støðini.
Arbeiðsuppgávur
· At leggja framleiðsluna til rættis á ein so tryggan og burðardyggan hátt sum tilber samsvarandi yvirskipaðu málum felagsins
· Starvsfólkaleiðsla
· Fíggjarstýring
· Framleiðslustýring
· Virka fyri góðari fiskaheilsu og vælferð
Førleikakrøv
· Góðar leiðslueginleikar og royndir við leiðslu
· Áhuga fyri lívfrøði og tøkni
· Álítandi og fleksibul
· Viðkomandi útbúgving
· Dugir at samskifta á norðurlenskum og enskum
Vit bjóða
Vit bjóða eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og nýmenning eru lykilin til at standa seg í kappingini. Talan er um eitt starv við stórum avbjóðingum, har dentur verður lagdur á tøkni, lívfrøði, effektivisering og trivna.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambart avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leif av Reyni, deildarleiðara, á tel 23 50 72 ella við t-brævi til lere@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn til starvið við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast við t-brævi til hrm@bakkafrost.com.
Umsóknarfreist
15. september 2014




