Virksemið á porsjónsvirkinum hjá Bakkafrost í Fuglafirði er í støðugari menning og vit søkja tí eftir maskinmeistara ella maskinfólki at arbeiða í framleiðsluni.
Arbeiðsøki
Á porsjónsvirkinum í Fuglafirði fara vit nú at arbeiða í tveimum vaktum. Á dagvaktini er ein maskinmeistari og á kvøldvaktini er ein maskinmeistari. Hesir báðir maskinmeistarar hava ábyrgdina av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, umvælingararbeiði og viðlíkahald av øllum maskinum á virkinum.
Tín vangamynd
Tú ert útbúgvin maskinmeistari ella hevur viðkomandi arbeiðsroyndir frá einum líknandi starvi. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur kunnleika til arbeiði við frystiútgerð á einum framleiðsluvirki.
Sum persónur ert tú væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kára Jacobsen, virkisleiðara, á tel. 23 50 11 ella við t-brævi til kaja@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða send til
Bakkafrost Processing
Bakkavegur 9
625 Glyvrar
Att.: Starvsfólkadeildin
ella við t-brævi til hrm@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er mánadagin 7. oktober 2013.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
______
Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til lidnar laksavørur og sølu. Á Havsbrún í Fuglafirði framleiðir felagið mjøl, lýsi og alifóður. Bakkafrost rekur alivirksemi á smoltstøðum og aliøkjum á 14 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki og framleiðslu av lidnum vørum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og felagið hevur sløk 590 starvsfólk. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo.




