Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BAKKGERVISSYNDROM SAMBANDSFLOKSINS

John William Joensen

Ókomnar stórhendingar hava tað við at varpa langar skuggar frammanfyri sær. Nógv bendir á, at formaður Sambandsfloksins er í holt við at skriva sínar fyrstu endurminningar.

Um royndirnar í føroyskum og altjóða politikki. Tríggir partar eru longu almannakunngjørdir á heimasíðu sambandsins, og tað er við stórum spenningi at bíðað verður eftir framhaldinum.

Seinasta bræv Kaj Leosar frá amerikuferðini hevur hesa miklu upplýsing til Føroya fólk (orðarætt endurgivið):

“Hermaðurin sum vísti okkum runt í Pentagon gekk frammanfyri okkum, og vendi sær ímóti okkum meðan hann greiddi frá. Í ein heilan tíma gekk hann soleiðis og bakkaði ígjøgnum henda ovurstóra bygningin. Pentagon er størsta arbeiðspláss í USA. Har arbeiða 25.000 fólk. Onkur spurdi, hvussu nógvar hæddir bygningurin hevði undir jørð, men tað fingu vit ikki at vita.” (Endurgeving endað)

Hetta skal ikki verða eitt ummæli, av eini komandi bók, vit kenna jú ikki innihaldið, men eitthvørt bendir á, at bakking er høvuðstemaið, leisturin, bókin er og verður skrúvað saman um. Og tað er kanska ikki so løgið, táið vit kenna søguna hjá tí flokki, sum í seinastu veljarakanningini gjørdist størsti flokkur landsins.

Kaj Leo hevur eftir øllum at døma lyndi til at fløkja seg upp í menn sum bakka. Vit minnast Heðin Mortensen, táið hann í sjónvarpinum vísti øllum Føroya fólki, hvussu hann hevði bakkað og bakkað og bakkað við hovið, táið Margretha slerdi hann til riddara av donsku brókini. Hetta mundi vera eftir, at Saddam Hussein gjørdist riddari av Dannebrog, og fyri at Heðin gjørdi politiska flikk-flakkið, og varð javnaðarmaður eftir einari nátt. Nú hevur Kaj verið í Pentagon, og har hevur ein maður bakkað undan honum í ein heilan tíma, eitt sindur asymptomatiskt fyri hendan stovnin, sum annars bara er kendur fyri at leypa á Guð og hvønn mann á klótuni, sum ikki lystrar ordrar. Kanska hevur hann varnast, at her var maður komin úr Føroyum, sum dámdi at koyra í bakkgervi, dámdi og treivst við bakking, og tí hevur hann kanska bara viljað verið blíður.

Sjálvur hevur Kaj bakkað út í eitt, í nærum 4 ár, undan politisku deyðspaktini, Javnaði og Fólkaflokki, og líka soleingi í hesum umfarinum hava teir allir tilsamans bakkað fyri dønum. Spennandi verður at vita, hvussu hendan fyrsta litterera royndin hjá Kaj Leo fer at enda. Allar krimibøkur hava eitt poeng, og tað fer neyvan at bera til, at bakka kollektivt fram ígjøgnum alla bókina. So verður ein galin endi, og bókin hongur ikki saman. Kanska endar hendan ideologiska spenningsskaldsøgan við, at formaður sambandsins, av misgávum fløkir seg uppí ein tjóðveldismann, sum skiftir honum gervið, bjargar honum á málstrikuni, og fær alt at koyra rætta vegin aftur. Frá 19. januar 2008 at rokna.

Sambært triðju føljetongini spurdi Kaj Leo amerikumenn éin spurning hesar dagarnar hann snúsaði til alheimspolitikkin í New York og Washington. Hvussu nógvar hæddir vóru undir bygninginum í Pentagon. Sambært honum sjálvum fekst onki at vita um hetta í fyrstu syftu. Spennandi verður at vita, um researcharbeiðið hansara yviri í Statunum hevur fleiri avdúkingar við sær í so máta. Ímeðan vit bíða eftir fjórða parti á heimasíðuni, vóna vit at útgávudagurin av bókini verður framskundaður. Bókin tykist vera smíðað fram ímóti eini endareplikk, sum kann fáa avgerandi týdning fyri føroyskan politikk og samfelagið sum heild. Onkur gitti, at tað verður Høgni Hoydal, sum leypur upp í politiska akfarið hjá Kaj í seinastu løtu, skiftir í okkurt framgervi, og koyrir við nógvari ferð undan deyðspakt, Heðini, dønum, ja, øllum sum eru í hølunum á teimum. Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, av sonnum verður hetta ikki lestur fyri sartar sálir.

tórbjørn jacobsen