Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Baldvinsson í Skagen

Tekst og myndir: Dávur Winther

Eg gekk og mól eitt sindur í klingur í hugnaliga og søguliga býnum, Skagen – Møtti eini damu, sum ruddaði gongubreytina frammanfyri handil sín, har hon hevði sínar vørur standandi, nú lukkitíð var.

Eg bar ørindi mínum fram ræðið á donskum um at vísa mær veg, men áðrenn hon svaraði, spyr hon: “Kommer du fra Danmark”?…

Tá ið eg so mátti avsløra, at eg var úr Føroyum, enntá úr Klaksvík, fekk pípan annað ljóð: “Tað eri eg eisini”! Og so ein hjartaligan látur!

Tað vísti seg at vera Annika, sum eg spurdi um veg – elsta systir Finn og Jógvan Fróða Baldvinsson, sum var farin til Danmarkar á sniðgevingarskúla fyri mongum árum síðan, 23 ára gomul.

Hon festi seg við húgvuna, abbasonurin hevði, tí har stóð eitt KÍ-merkið á. Eg havi eisini spælt fótbólt við KÍ, og so ramsaði  hon øll vælkendu nøvnini, hon hevði spælt saman við.

Sniðgevur og seymar í India

Annika hevur tikið eina holla útbúgving innan sniðgeving, sum hon eisini kann undirvísa við. Hon hevur búð í Århus, Randers, men nú seinnu árini í Viborg, og koyrir so hvønn dag at kalla til Skagen. Hetta hevur hon gjørt seinastu fimm árini, síðani hon fekk sær ein handil í Skagen.

Hon hevur nógvar kundar og selur væl. Serliga er tað mongu summargestirnir úr Týsklandi, Noregi og Svøríki, sum keypa væl. Men eingin er sum íslendingarnir, sigur Annika. Teir keypa væl, helst av tí at krambúðin eitur Baldvinsson, sum hevur sín íslendska uppruna.

Annika selur eisini nógv á netinum – alt eru sera snøgg barnaklæði, sum hon sniðgevur og framleiðir í India. Men tað er skil í, leggur Annika skundisliga afturat. Talan er um týska fyritøku, ið heldur skil á hesu viðurskiftum, at tey eru burðardygg og framleidd umhvørvisliga rætt. Eisini at lønarviðurskiftini eru eftir ávísum skipanum.

At tey fylgja hesum leisti, veður eftirkannað og mugu tey gjalda ikki so lítið fyri hesa ”løggilding”. Maðurin er fyri tað mesta í India, har tey hava uppbygt sína egnu fyritøku, við smáum hundrað starvsfólkum. Hon ferðast stundum hagar – til Bali við sínum sniðgevingum og heldur skil á, at alt kemur í rætt lag, og er har um tríggjar vikur hvørja ferð, áðrenn ein rættilig kollektión er sett í gongd.

Annika letur væl at handlinum, ið sum sagt er á netinum og so her í Skagen við hugnaligu handilsgøtuna St. Laurentii vej 85 C.

Uppá spurningin, um hon ikki hevur hugsanir um at vaksa um handilin á øðrum støðum, svarar smílandi og fyrikomandi, Annika – Jú, í Hamburg havi eg ætlanir um at lata ein handil upp við barnaklæðum.

Stuttiligt var at hitta hesa fittu og eldhugaðu klaksvíksdamu í hugnaligu handilsgøtuni í Skagen – bert tí, eg ikki kendi býin nóg væl. Sjálvandi fyltist keypsposin eitt sindur meir av hennara ótrúliga snøggu, bleytu og heitu barnaklæðum.

trýst her fyri at síggja nethandilin