Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ballon dOr: Liðskiparar og venjarar valdu taktiskt

Norðlýsið

Tað er skjótt at koma eftir, at liðskiparar og venjarar fyrst og fremst hava valt við egnum fyrimuni í huga, tá atkvøðurnar til Ballon d’Or blivu givnar.

Liðskiparin hjá Argentina Linoel Messi gav Christiano Ronaldo onga atkvøðu, meðan liðskiparin hjá Portugal Christiano Ronaldo ikki gav nakra atkvøðu til Linoel Messi. Og so er støðið lagt. Tað ræður fyrst og fremst um at atkvøða taktiskt, so kappingarneytin fær sum minst. At veruliga atkvøða eftir avrikunum á vøllinum í 2013 kemur í aðru rekkju hjá teimum flestu, sum standa Messi og Ronaldo nær. Tað var helst greitt longu áðrenn nakar fór at atkvøða, at slagið stóð millum Messi og Ronaldo.

Vit kunnu taka nøkur dømir:

Liðskiparin hjá Argentina, Linoel Messi, valdi at geva trimum liðfeløgum í Barcelona allar tríggjar atkvøðurnar. Iniesta fekk 5 stig, Xavi 3 stig og Neymar 1 stig.

Liðskiparin hjá Portugal, Christiano Ronaldo, valdi at geva tveimum nú og fyrrverandi liðfeløgum í Real Madrid atkvøðurnar. 5 stig til Radamel Falcao, 3 stig til Gareth Bale og 1 stig til Øzil.

Liðskiparin hjá Spania, Iker Casillas, valdi at geva liðfelagnum Ronaldo 5 stig, meðan hinar báðar atkvøðurnar fóru til Bayern Munchen leikarar. 5 stig til Ronaldo, 3 stig til Ribery og 1 stig til Robben.

Venjarin hjá Portugal, Paulo Bento, valdi ikki at geva Messi nakað stig. Hann gav 5 stig til Ronaldo, 3 stig til Falcao og 1 stig til Robben.

Allar atkvøðurnar kunnu lesast HER. Har sást eisini, at fleiri aðrir liðskiparar og venjarar atkvøddu fyri liðfeløgum og ímóti kappingarneytum.

Harleywoodpaint