Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bank Nordik vertur fyri Netverksfundi

Jóhann Lützen

Bank Nordik vertur fyri Netverksfundi fríggjadagin 11. mars kl. 9.30

Eftir at herviliga Korona-farsóttin nú í høvuðsheitum hevur lagt seg, byrjar Vinnulívsráðið aftur við Netverksfundum

Í Vinnulívsráðnum í Klaksvík, sum varð sett á stovn 1992, eru umleið 65 fyritøkur. Nøkur av verkevnunum eru, at vanliga hava árliga  verið fimm ella seks Netverksfundir, har vinnufyritøkur við tilknýti til Klaksvík, eru saman.

Hesaferð er tað Bank Nordik, sum er vertur. Netverksfundurin verður á Tekniska Skúla (inngongd vestanfyri frá Mýruvegi)!

Árni Ellefsen, fortsjóri og Hjalti Mohr Jacobsen, íløguleiðari fara m.a. at viðgera ymisk evni, sum í dag eru uppi. Teir fara at greiða frá gongdini í samtakinum seinastu árini og á hvønn hátt talgildingin fer at lata upp fyri nýggjum, møguleikum. 

Greiða frá sum børsskrásett fyritøka, hvussu altjóða burðardygga rákið eisini ávirkar  vinnulívið her heima, hvønn týdning tað hevur, at fyritøkur liva upp til væntanir hjá kundum, íleggjarum o.s.fr. Tosað verður um útlánspolitikkin, negativu rentuna og koma við onkrum boði uppá, hvørjar møguleikar kundar hava.

Til seinast verður nomið við broyttu heimsviðurskiftini við krígnum í Ukraina. og ta ávirkanina, hetta kann fáa.

Aftaná hetta hava áhoyrarnir møguleika til at seta spurningar til fyrilestrarhaldararnar.

Sum sagt, so er Netverksfundurin fyri limir Vinnulívsráðsins við viðkomandi starvsfólkum á TEKNISKA SKÚLA fríggjadagin 11. mars 2022 kl. 9,30 (inngongd vestanfyri frá Mýrivegi).