Bankapakki II skapar fíggjarligan og búskaparligan stabilitet í Føroyum.
Tíðindaskriv frá Christiansborg:
Bankapakki II skapar fíggjarligan og búskaparligan stabilitet í Føroyum.
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, nú hann saman við samgonguni í Fólkatinginum hevur atkvøtt bankapakkan ígjøgnum
Fólkatingið avgreiddi seinnapartin Bankapakka II, ið eisini umfatar føroysku peningastovnarnar og tryggjar innistandandi hjá føroyingum.
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, atkvøddi saman við samgonguni í Fólkatinginum fyri at seta bankapakkan í verk.
Edmund Joensen hevur hesar viðmerkingar, nú Føroyar eru partur av Bankapakka II:
– Ongin kann ivast í, at bankapakkin, har eisini føroyskir bankar fáa atgongd til tær 100 milliardir krónurnar frá statinum, elvir til fíggjarligan og búskaparligan stabilitet í Føroyum. Tað liggur eitt sera týðandi og positivt signal í, at okkara bankar og vanligu uppspararar fáa lut í bankapakkanum, og vit politikarar eiga at bakka upp um hetta.
– Støðan hjá Tjóðveldi, ið ynskir, at landsstýrið skal tryggja føroysku bankarnar, letur seg als ikki gera. Hvørki landskassin ella nakrar annar føroyskur kassi er nóg sterkur til at tryggja innlánini í føroyskum bankum. Her hava vit brúk fyri samhaldsfestinum í Ríkisfelagsskapinum, sum hevur neyðugu fíggjarligu styrkina.




